Tænastur eg bjóði

Sjálvt um hetta er fyrstu ferð tú skal til at bíleggja ein fotograf ella ikki, so haldi eg tað er týdningamikið, at tú veitst, hvat hetta inniber, so vit vita, at vit kunnu arbeiða væl saman. Trýst á “Upplivingin” fyri at lesa meir!


Hevur tú spurningar um, hvat fyri sløg av myndum eg taki, ella hvat fyri prísir man kann vænta? Her kanst tú fáa eitt skjótt yvirlit yvir tær tænastur, eg bjóði í løtuni, og tær investeringarnar tú fer at gera í tær myndirnar, sum tú fer at virðismeta mest. Trýst á “Prísir” fyri at síggja byrjanarprísir.


FAQ

Tú hevur spurningar, eg havi svar. Trýst á FAQ fyri at síggja teir spurningarnir flest fólk spyrja. Brúka eina løtu at lesa gjøgnum teir, og halt ikki aftur við at skriva ella ringja um tú hevur aðrar spurningar :)

Næstu stigini fyri at bíleggja meg

  1. Trýst á knappin

  2. Fyll út teigarnir

  3. Set teg afturá og slappa av

HOYR HVAT FÓLK SIGA

-

HOYR HVAT FÓLK SIGA -

HOYR HVAT FÓLK SIGA

-

HOYR HVAT FÓLK SIGA -

Ongin vil gloyma talirnar. Ikki so?

Hóast man gjarna vil minnast alt sum bleiv sagt í einari talu, so er tað sera torført. Tískil er tað fantastiskt at kunna fáa allar talirnar á band, so tit kunnu njóta tær umaftur og umaftur saman við vinum og familju. Hetta er eisini nakað sum ber til at leggja afturat myndatøku pakkum.

Vilja ikki ØLL minnast tær týdningamestu løturnar? Ímynda tær hetta í myndum og eisini video við ljóði!

Karin + Arni - November 2023

"Gilli livir upp til hansara standardir og hetta vóru teir best brúktu pengarnir á brúdleypinum. Ikki spara uppá fotograf, tí myndirnar er alt tað man hevur eftir aftaná brúðleypið."

Malan & Rói Hentze - August 2023

“Orð kunnu ikki lýsa hvussu glað vit eru fyri, at vit valdu Gilla. Hann dugir nakað sum aðrir fotografar ikki gera. Afturat hansara dugnaliga eginleika, so er hann eitt fantastiskt menniskja við hjartanum á rætta stað. Hann er stuttligur at vera saman við og ger myndatøkuna til eitt upplivilsi fyri lívið”

Vilt tú hava bæði myndir og film av tykkara brúdleypsdegi?

Við livandi myndum á støði við Hollywood, útvaldum tónleiki, stemnings-ljóði og talum, so skapa vit ein tíðarleysan sniðgjørdan film júst til tykkum, sum fer at loyva tykkum at liva tykkum inn í brúdleypsdagin

Ímynda tær video av løtuni tá tit ganga út úr kirkjuni, tárini, smílini, talirnar og dansin. Alt hetta sett saman í ein film, sum vekir somu kenslur 50 ár seinni. Ímynda tær í framtíðini, tá tú vísur tínum kæru brúdleypsfilmin, og hvussu tað fer at vekja kenslurnar aftur uppa á ein máta, sum stillmyndir simpelten ikki kunnu.

Latið okkum fanga tað, sum fær títt hjarta at banka skjótast, saman!

Tað er her gandurin hendur! Tað er nú bjóða mær út á ein date sum tykkara triðja hjól og eg sigi ja, og vit blíva bestu vinir hehe

LATIÐ OKKUM SKAPA OKKURT FANTASTISKT. SAMAN

LATIÐ OKKUM SKAPA OKKURT FANTASTISKT. SAMAN