Ofta settir spurningar
+ Nær fáa vit myndirnar?
Fyri brúdleyp fáa tit typiskt allar myndirnar innan tær fyrstu fýra vikurnar aftaná brúdleypið. Allar myndirnar verða sendar til tykkara talgilt við einum privatum myndasavni, har tit kunnu taka myndirnar niður í fullari góðsku.
+ Kunnu vit fáa allar RAW myndirnar frá tær?
Eg leveri ikki rátt tilfar út til nakran. Hetta tí, at RAW myndir eru óviðgjørdar og representera tískil ikki mítt arbeiði. Nógv av "gandinum" í myndunum eg taki, hendir nemliga í viðgerðini av myndunum. Tískil høvdu myndirnar bara verið hálv-lidnar.
+ Hvussu nógvar myndir fáa vit?
Eg havi ein sokallaðan “ókeypis-myndir” mentalitet. Tað merkir, at tað, ið tit gjalda fyri, er tíðin eg brúki uppá tað, mínir førleikar og fyri yvirskipaðu upplivingina. Talið av myndum, sum eru góðar, er mongdin av myndum, sum tit fáa. Fyri brúdleyp plagar tað at liggja um 500-1000 myndir.
+ Arbeiðir tú bara í Føroyum ella eisini í øðrum londum?
Eg arbeiði í øllum Føroyum og eisini um alla verðina. Sigast skal, at ferðakostnaðir, uppihald og annað verður lagt afturat.
+ Filmar tú eisini brúdleyp?
Ja! Eg bjóði eisini video av brúdleypum. Sigast skal, at video krevur nógv meir arbeiði enn myndir, og kostar tískil eisini meir enn myndir. Eg hevði gjørt tykkum ein flottan og væl framleiddan film á cirka 10 min. sum vísur, hvussu tit upplivdu dagin.
+ Kunnu vit tillaga brúdleyps-pakkan til okkum?
Ja, eg leggi upp til, at tit skapa tykkara egna pakka. Tí eru mínir pakkar sera einfaldir. Harafturat, um tit vilja hava meg at møta klokkan 6 um morgunin, so geri eg tað! Eisini, um tað eru onnur viðurskifti, sum tit vilja hava tillagað, so er bara at spyrja, og so finna vit eina loysn saman.
+ Selur tú eisini foto-album til brúdleyp?
Ja. Eg designi og bíleggi tær online. Tit velja tal av myndum, sum tit vilja hava í album bókina, og so velja vit í felag tær bestu myndirnar frá degnum.
+ Kunnu myndirnar printast út, sum vit fáa frá tær?
Ja! Partur av tí tit gjalda fyri er nemliga rættindi til at prenta myndirnar út, júst sum tit hava hug til :)