Samband
Sama hvørji tit eru ella hvar tit giftast, so eri eg við uppá tað! Fyllið hetta út, og eg svari innan nakrir tímar :)
Eg havi eina prísvegleiðing við fleiri pakkum at velja í, sum eg sendi tykkum tá tit hava fylt hesir teigarnir út niðanfyri.
Trýstið á video’ið fyri at hoyra meir :)
Byrjanarprísur fyri brúdleyp er 26.990kr

Karin + Arni - November 2023
"Gilli livir upp til hansara standardir og hetta vóru teir best brúktu pengarnir á brúdleypinum. Ikki spara uppá fotograf, tí myndirnar er alt tað man hevur eftir aftaná brúðleypið."
Malan & Rói Hentze - August 2023
“Orð kunnu ikki lýsa hvussu glað vit eru fyri, at vit valdu Gilla. Hann dugir nakað sum aðrir fotografar ikki gera. Afturat hansara dugnaliga eginleika, so er hann eitt fantastiskt menniskja við hjartanum á rætta stað. Hann er stuttligur at vera saman við og ger myndatøkuna til eitt upplivilsi fyri lívið”
Ofta settir spurningar
+ Nær fáa vit myndirnar?
Fyri brúdleyp fáa tit typiskt allar myndirnar innan tær fyrstu fýra vikurnar aftaná brúdleypið. Allar myndirnar verða sendar til tykkara talgilt við einum privatum myndasavni, har tit kunnu taka myndirnar niður í fullari góðsku.
+ Kunnu vit fáa allar RAW myndirnar frá tær?
Eg leveri ikki rátt tilfar út til nakran. Hetta tí, at RAW myndir eru óviðgjørdar og representera tískil ikki mítt arbeiði. Nógv av "gandinum" í myndunum eg taki, hendir nemliga í viðgerðini av myndunum. Tískil høvdu myndirnar bara verið hálv-lidnar.
+ Hvussu nógvar myndir fáa vit?
Eg havi ein sokallaðan “ókeypis-myndir” mentalitet. Tað merkir, at tað, ið tit gjalda fyri, er tíðin eg brúki uppá tað, mínir førleikar og fyri yvirskipaðu upplivingina. Talið av myndum, sum eru góðar, er mongdin av myndum, sum tit fáa. Fyri brúdleyp plagar tað at liggja um 500-1000 myndir.
+ Arbeiðir tú bara í Føroyum ella eisini í øðrum londum?
Eg arbeiði í øllum Føroyum og eisini um alla verðina. Sigast skal, at ferðakostnaðir, uppihald og annað verður lagt afturat.
+ Filmar tú eisini brúdleyp?
Ja! Eg bjóði eisini video av brúdleypum. Sigast skal, at video krevur nógv meir arbeiði enn myndir, og kostar tískil eisini meir enn myndir. Eg hevði gjørt tykkum ein flottan og væl framleiddan film á cirka 10 min. sum vísur, hvussu tit upplivdu dagin.
+ Kunnu vit tillaga brúdleyps-pakkan til okkum?
Ja, eg leggi upp til, at tit skapa tykkara egna pakka. Tí eru mínir pakkar sera einfaldir. Harafturat, um tit vilja hava meg at møta klokkan 6 um morgunin, so geri eg tað! Eisini, um tað eru onnur viðurskifti, sum tit vilja hava tillagað, so er bara at spyrja, og so finna vit eina loysn saman.
+ Selur tú eisini foto-album til brúdleyp?
Ja. Eg designi og bíleggi tær online. Tit velja tal av myndum, sum tit vilja hava í album bókina, og so velja vit í felag tær bestu myndirnar frá degnum.
+ Kunnu myndirnar printast út, sum vit fáa frá tær?
Ja! Partur av tí tit gjalda fyri er nemliga rættindi til at prenta myndirnar út, júst sum tit hava hug til :)
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -





