Hvør eri eg?
Eg eiti Gilli! Eg eri 23 ár og uppvaksin mitt í Havn, har eg búgvi við mínum tveimum ólógliga fittu golden-retriever hundum. Eg elski at práta við fólk, sparka fótbólt, ferðast og at nørdast við kaffi, teldur og bilar.
Síðan eg fyrstu ferð, sum 14 ára gamal, helt í myndatólinum, sum beiggi mín gloymdi eftir heima, havi eg verið forelskaður í at taka myndir. At frysta løtuna, minnið ella kensluna, hevur víst mær, hvussu søgur og upplivingar skapa fólk til tað, tey eru - løtan bindir tey saman.
At fanga kærleika og menniskju í sínum ráa elementi er fantastiskt. Eg sigi altíð, at eg havi besta arbeiði í verðini, tí tað kennist ikki sum eitt arbeiði.
At sleppa at dokumentera ein so týdningamiklan kapittul í lívinum hjá fólki er ein gáva. Tað er veruliga ein æra at sleppa at fanga løtur og minnir til eitt brúdleyp.
Tær stóru og lítlu løturnar. Hendan tíðin í tykkara lívi er verd at minnast og skal hátíðarhaldast! Hetta er tykkara ævintýr.
Latið okkum skapa okkurt fantastiskt. Saman.
Gilli Brend í Hoyvík


HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -









