Upplivingin
Eg geri tingini sindur øðrvísi.
Tak tær eina løtu at lesa ígjøgnum mína tilgongd, og hvat tit kunnu vænta, um vit passa væl saman. Eg vil nógv heldur, at tit velja onkran annan fotograf, um føla, at tit kunnu fáa eina betri uppliving við onkrum øðrum, so tit kunnu fáa ta bestu upplivingina. Hetta tí, at upplivingin, sum tit hava við tykkara fotografi, fer at reflektera, hvussu væl tykkum dáma myndirnar seinni.
Eg vil, at vit trý kunnu skrála frá tekuni, at tit júst eru gift! Dansa av gleði! Dansa heima í okkara jogging buksum, tá vit gleðast um, at vit hava arbeitt saman! Hetta hava tit uppiborðið frá einum fotografi.
Næstu stigini fyri at bíleggja meg
Trýst á knappin
Fyll út teigarnir
Set teg afturá og slappa av
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -
Latið okkum fanga tað, sum fær títt hjartað at banka skjótast, saman!
Tað er her gandurin hendir! Tað er nú tit meir ella minni bjóða mær út á ein “date” sum tykkara triðja hjól, og eg sigi ja, og so blíva vit bestu vinir :)
Karin + Arni - November 2023
"Gilli livir upp til hansara standardir og hetta vóru teir best brúktu pengarnir á brúdleypinum. Ikki spara uppá fotograf, tí myndirnar er alt tað man hevur eftir aftaná brúðleypið."
Malan & Rói Hentze - August 2023
“Orð kunnu ikki lýsa hvussu glað vit eru fyri, at vit valdu Gilla. Hann dugir nakað sum aðrir fotografar ikki gera. Afturat hansara dugnaliga eginleika, so er hann eitt fantastiskt menniskja við hjartanum á rætta stað. Hann er stuttligur at vera saman við og ger myndatøkuna til eitt upplivilsi fyri lívið”