Vár + Reidar

09.07.2022

Hetta var mítt fyrsta brúdleyp í Suðuroynni. Hóast veðrið kundi verið betur, so fingu vit fantastiskar myndir úti í Vágseiði og í viðarlundini. Hóast eg ikki hevði hitt Vár ella Reidar fyrr, so fullu vit beinanvegin í gott prát, og tað tyktist, sum vit høvdu kent hvønn annan í langa tíð. Eg kundi útfrá hesum eina degi staðfesta, at hóast Vár og Reidar eru tveir øgiliga ymiskir persónar, so eru tey perfekt saman. Vár er nærløgd og vil hava alt planlagt út í æsir, meðan Reidar er róligur, handaligur og tekur tað sum tað kemur. Eitt sum tey í hvussu so er hava til felags, er at tey nú bæði kunnu kalla seg hjún, og at tey kunnu njóta restina av lívinum saman. Sí myndir frá øllum degnum niðanfyri. Eg gleði meg longu til sílvurbrúdleypið :)

+ Les ummælið frá hesum brúdleypinum:


" "Vit funnu Gilla ígjøgnum instagram og hugdu so eftir hansara heimasíðu. Vit dámdu beinanvegin tínar myndir og tín stíl. Tín heimasíða er løtt at finna runt í. Serliga tá man skal velja pakkar. Tað gjørdi eisini ein mun, halda vit. Eisini var prísurin eitt sindur lægri enn hjá øðrum fotografum og tað var eitt stórt pluss. Vit óttaðust ikki í at bíleggja Gilla, men var meiri spent/nervøs - sum vit høvdu verið við einum og hvørjum fotografi. Sum sagt so dámdu vit hansra myndir, og eftir okkara fyrsta prát, føldu vit okkum sikkur í, at Gilli var rætti fotografurin. Hann er sera opin og lættur at hava við at gera. Fotograferingin var so løtt og behagilig sum gjørlig. Vit vóru eitt sindur óheldig við, at tað var so vátt í veðrinum. Men Gilli fekk nógv burturúr, og myndirnar blivu framúr góðar, slett ikki sum vit høvdu væntað í slíkum veðri - vit hava eisini fingið sera nógvar viðmerkingar um, hvussu góðar tær eru.🥰 Vit elska allar myndirnar! Hann "fangaði" so nógvar ógloymandi løtur, sum vit eru takksom fyri. Vit vilja viðmæla Gilla til øll, ið mangla ein fotograf 🙂"

Previous
Previous

Sigrun + Mikkjal

Next
Next

Elin & Dávið - A wedding full of tears