Naomi + Petur
Um eg skal nevna eitt, sum er ein sera vanlig avbjóðing tá tú skal taka myndir í Føroyum, so er tað veðrið. Hendan dagin var yvirskíggjað næstan allastaðnis. Vit hugsaðu um at útseta forlovilsismyndirnar, men vit satsaðu, og fóru til Eiðis. Hetta var ein sera góð avgerð, tí har var sól! Takk og lov fyri tí.
Vit fóru eftir einum sindur “retro” stíli, so eg havi lagt eina “kornuta” effekt á myndirnar, sum skal minna eitt eldri films-myndatól. Hetta eru myndirnar vit fingu burturúr :) Myndirnar eydnaðust so mikið væl, at enntá heimskenda kamerafyritøkan Canon deildi bæði myndirnar og filmin, so okkurt hava vit gjørt rætt!
Takk, Naomi og Petur, fyri at tit eru so lagalig, fitt og spontan!