Tóra & Petur

Brúdleypið hjá Tóru og Petur Martini bleiv framskundað til 31.desember, sum er ein feitur dagur at hava sítt brúdleyp! Petur Martin kom heim beint fyri jól, sum bert gav okkum eina viku at fáa tikið forlovilsismyndir!

Eg kendi Petur Martin eitt sindur, men visti ikki ordiliga hvør Tóra var, men vit trý fullu beinanvegin í gott prát, tá vit hittust í tí mest Klaksvíksliga staðnum sum er, Amarant AKA Hjá Jórunn.

So aftaná ein rættiliga ræstan 2/10 Americano frá Amarant, fóru vit út til eitt annað sera Klaksvíksligt stað at taka myndir.

Ja, tú gitti rætt. Úti í Grøv.

No wonders, at tað eitur “í Grøv”.

Men her kemur eitt sera gott tip til tey, sum vilja skilja seg eitt sindur burturfrá hinum í Klaksvík, tá talan er um brúdleypsmyndir.

Hóast tey flestu taka myndir inni í sjálvari viðarlundini, so valdu vit at fara longur oman í fjørðina.

Hetta vóru tey bæði super við uppá, hóast eg vænti, at tann innari Klaksvíkingurin stríddist ímóti, og heldur vildi vera í viðarlundini. Men!

Hetta vísti seg at vera ein sera góð avgerð, tí júst tá reis sólin, og vit fingu heilt fantastiskar myndir! Tey prátaðu, tvætlaðu og sluppu at vera tey. Tey hvíldu veruliga í sær sjálvum.

Kann ein dagur í Klaksvík byrja betur enn hetta? Neyvan.

Tað eydnaðist altso at fáa tikið forlovilsismyndirnar eina viku fyri brúdleypið, og her eru nakrar av myndunum av fittu Tóru & Peturi.

Previous
Previous

Sissal + Djóni

Next
Next

Alexandra & Búgvi