Vilt tú hava bæði myndir og film av tykkara brúdleypsdegi?
Bíða hvat? Myndir OG Video? Jeps. Tú las rætt. Vit bjóða eina ómakaleysa uppliving fyri at dokumentera tín brúdleypsdag á besta hátt. Eg lovi, at frá fyrsta teldupostinum til tit hava allar myndirnar og filmin í hendi, at vit bjóða tær bestu tænastuna!
Hevur tú ikki uppiborðið tað?
Ímynda tær video av løtuni tá tit ganga út úr kirkjuni, tárini, smílini, talirnar og dansin. Alt hetta sett saman í ein film, sum vekir somu kenslur 50 ár seinni. Ímynda tær í framtíðini, tá tú vísur tínum kæru brúdleypsfilmin, og hvussu tað fer at vekja kenslurnar aftur uppa á ein máta, sum stillmyndir simpelten ikki kunnu.
Ongin vil gloyma talirnar. Ikki so?
Hóast man gjarna vil minnast alt sum bleiv sagt í einari talu, so er tað sera torført. Tískil er tað fantastiskt at kunna fáa allar talirnar á band, so tit kunnu njóta tær umaftur og umaftur saman við vinum og familju. Hetta er eisini nakað sum ber til at leggja afturat myndatøku pakkum.
Vilja ikki ØLL minnast tær týdningamestu løturnar? Ímynda tær hetta í myndum og eisini video við ljóði!
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -
HOYR HVAT FÓLK SIGA
-
HOYR HVAT FÓLK SIGA -
Næstu stigini fyri at bíleggja meg
Trýst á knappin
Fyll út teigarnir
Set teg afturá og slappa av
Karin + Arni - November 2023
"Gilli livir upp til hansara standardir og hetta vóru teir best brúktu pengarnir á brúdleypinum. Ikki spara uppá fotograf, tí myndirnar er alt tað man hevur eftir aftaná brúðleypið."
Malan & Rói Hentze - August 2023
“Orð kunnu ikki lýsa hvussu glað vit eru fyri, at vit valdu Gilla. Hann dugir nakað sum aðrir fotografar ikki gera. Afturat hansara dugnaliga eginleika, so er hann eitt fantastiskt menniskja við hjartanum á rætta stað. Hann er stuttligur at vera saman við og ger myndatøkuna til eitt upplivilsi fyri lívið”
Dømi um eitt “First Look”
Natasha vildi gjarna síggja reaktiónina hjá pápanum, tá hann sá hana fyrstu ferð í brúðarkjóla. Hetta var úrslitið av tí. Haldi myndirnar tala fyri seg :)
Upp til 8K góðsku
Dronu Upptøkur
Tónleikur
Brúðarmyndir
Ofta settir spurningar
+ Nær fáa vit myndirnar?
Fyri brúdleyp fáa tit typiskt allar myndirnar innan tær fyrstu fýra vikurnar aftaná brúdleypið. Allar myndirnar verða sendar til tykkara talgilt við einum privatum myndasavni, har tit kunnu taka myndirnar niður í fullari góðsku.
+ Kunnu vit fáa allar RAW myndirnar frá tær?
Eg leveri ikki rátt tilfar út til nakran. Hetta tí, at RAW myndir eru óviðgjørdar og representera tískil ikki mítt arbeiði. Nógv av "gandinum" í myndunum eg taki, hendir nemliga í viðgerðini av myndunum. Tískil høvdu myndirnar bara verið hálv-lidnar.
+ Hvussu nógvar myndir fáa vit?
Eg havi ein sokallaðan “ókeypis-myndir” mentalitet. Tað merkir, at tað, ið tit gjalda fyri, er tíðin eg brúki uppá tað, mínir førleikar og fyri yvirskipaðu upplivingina. Talið av myndum, sum eru góðar, er mongdin av myndum, sum tit fáa. Fyri brúdleyp plagar tað at liggja um 500-1000 myndir.
+ Arbeiðir tú bara í Føroyum ella eisini í øðrum londum?
Eg arbeiði í øllum Føroyum og eisini um alla verðina. Sigast skal, at ferðakostnaðir, uppihald og annað verður lagt afturat.
+ Filmar tú eisini brúdleyp?
Ja! Eg bjóði eisini video av brúdleypum. Sigast skal, at video krevur nógv meir arbeiði enn myndir, og kostar tískil eisini meir enn myndir. Eg hevði gjørt tykkum ein flottan og væl framleiddan film á cirka 10 min. sum vísur, hvussu tit upplivdu dagin.
+ Kunnu vit tillaga brúdleyps-pakkan til okkum?
Ja, eg leggi upp til, at tit skapa tykkara egna pakka. Tí eru mínir pakkar sera einfaldir. Harafturat, um tit vilja hava meg at møta klokkan 6 um morgunin, so geri eg tað! Eisini, um tað eru onnur viðurskifti, sum tit vilja hava tillagað, so er bara at spyrja, og so finna vit eina loysn saman.
+ Selur tú eisini foto-album til brúdleyp?
Ja. Eg designi og bíleggi tær online. Tit velja tal av myndum, sum tit vilja hava í album bókina, og so velja vit í felag tær bestu myndirnar frá degnum.
+ Kunnu myndirnar printast út, sum vit fáa frá tær?
Ja! Partur av tí tit gjalda fyri er nemliga rættindi til at prenta myndirnar út, júst sum tit hava hug til :)